dcsimg

Fransaterna ( féroïen )

fourni par wikipedia emerging languages

Fransaterna (frøðiheiti - Chroicocephalus ridibundus, Larus ridibundus) er væl minni enn rita. Á liti líkist hon ternu, hevur bleika grábláa kápu, svart høvd, reytt nev og reyðar føtur. Bringan hevur ofta ein káman reydligan dám. Hon eigur víða um í Europa. Í Føroyum sæst nakað til hennara um summarið, men sjáldan verpur hon; tó vita menn hana hava átt í øllum teimum størru oyggjunum. Reiðrið ger hon sær á lodnum fløtum, stundum tætt við ternureiður. — Eggini eru 3, tey kennast frá ternueggjum, tí tey eru nógv størri. Dúnungin er reyðgráur við svørtum blettum. Ungfuglurin er morflekkutur á bakinum, gulgráur uppi á høvdinum. — Eisini um veturin hendir tað at síggja hana. Tá hevur hon hvítt høvd við einum dimmum bletti við eygað og einum øðrum við oyrað.[1]

Kelda

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

licence
cc-by-sa-3.0
droit d’auteur
Wikipedia authors and editors

Fransaterna: Brief Summary ( féroïen )

fourni par wikipedia emerging languages

Fransaterna (frøðiheiti - Chroicocephalus ridibundus, Larus ridibundus) er væl minni enn rita. Á liti líkist hon ternu, hevur bleika grábláa kápu, svart høvd, reytt nev og reyðar føtur. Bringan hevur ofta ein káman reydligan dám. Hon eigur víða um í Europa. Í Føroyum sæst nakað til hennara um summarið, men sjáldan verpur hon; tó vita menn hana hava átt í øllum teimum størru oyggjunum. Reiðrið ger hon sær á lodnum fløtum, stundum tætt við ternureiður. — Eggini eru 3, tey kennast frá ternueggjum, tí tey eru nógv størri. Dúnungin er reyðgráur við svørtum blettum. Ungfuglurin er morflekkutur á bakinum, gulgráur uppi á høvdinum. — Eisini um veturin hendir tað at síggja hana. Tá hevur hon hvítt høvd við einum dimmum bletti við eygað og einum øðrum við oyrað.

licence
cc-by-sa-3.0
droit d’auteur
Wikipedia authors and editors