dcsimg

Ravnur ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src=
Corvus corax
Faroe stamp 275 the north atlantic raven (corvus corax varius).jpg

Ravnur ella Krunkur, gamalt føroyskt Gorpur (frøðiheiti - Corvus corax) er stórur, svartur krákufuglur, hvørs veingjavídd er um leið 65-70 cm. Fjaðrarnar eru krunkasvartar og skyggja blágrønar. Hann hevur svart nev og svartar føtur. Ravnurin í Íslandi og í Føroyum hevur verið avbyrgdur so mikið leingi, at hann í dag ikki er meinlíkur ravni aðrastaðni úti í heimi. Eingin veit, hvussu nógvur ravnur eigur í Føroyum [1].

Nógv pátrúgv er knýtt at ravninum, pátrúgv, ið stavar frá ravnunum hjá Óðini, Hugin og Munin. Sum krákan er ravnurin ein av ruskmonnum náttúrunnar, sum ikki fírir fyri at eta lomb og seyð, ið eru ússalig, ræ og rusk. Hetta hevur mangan fingið fólk at argast inn á hann. Ikki man vera smávegis av mús og rottu, sum hvønn vetur hvørvur niður í ravnarnar.

Ígjønum øldir hava menn veitt ravn eins væl og kráku. Hetta elvdi m.a. nevtollurin, sum ikki er avtikin enn, hóast hann ikki verður nýttur í dag. Henda lóg segði, at hvør maður, ið var ímillum 15 og 50 ára gamal, árliga skuldi lata inn eitt ravnsnev ella tvey nev av kráku, baki ella skúgvi. Øll nevini vórðu savnað og brend á Krákusteini í Havn. Nú er ravnurin millum teir fuglar, ið verða veiddir alt árið. Hann er støðufuglur og er tí her alt árið. Jagstranin hevur gjørt ravnin til ein styggan fugl. Reiður ger hann sær í brøttum, fjarskotnum klettum, ið ikki eru lættir at sleppa til. Vanliga verpur ravnur 4-5 egg.

Corvus corax corax er tann mest vanligi ravnurin meðan Corvus corax varius er slagi sum er at finna í Føroyum og í Íslandi.

Slag

Sí eisini

Útvortis slóðir

Keldur

  1. http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/02/23/fegar-ravnafer
license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors

Ravnur: Brief Summary ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src= Corvus corax Faroe stamp 275 the north atlantic raven (corvus corax varius).jpg

Ravnur ella Krunkur, gamalt føroyskt Gorpur (frøðiheiti - Corvus corax) er stórur, svartur krákufuglur, hvørs veingjavídd er um leið 65-70 cm. Fjaðrarnar eru krunkasvartar og skyggja blágrønar. Hann hevur svart nev og svartar føtur. Ravnurin í Íslandi og í Føroyum hevur verið avbyrgdur so mikið leingi, at hann í dag ikki er meinlíkur ravni aðrastaðni úti í heimi. Eingin veit, hvussu nógvur ravnur eigur í Føroyum .