dcsimg

Grátt undir steini ( 法羅語 )

由wikipedia emerging languages提供

Grátt undir steini ella grótlús, stundum rópt onnur nøvn, t.d. grádýr ella (í Skúvoy) veggjalús, eru fleiri sløg av smáum krabbadýrum sum liva á landi. Í útsjónd og livihátti kunnu tey minna um skordýr, men tey eru ikki skordýr. Grátt undir steini eru ein undirbólkur Oniscidea av bólkinum Isopoda.

Í Føroyum eru skrásett fýra sløg:[1][2]

Nakrar fráboðanir eru komnar um at eitt fimta slag, Armadillidium vulgare, skal vera komið til Føroyar, men hetta er ikki staðfest.

Alment

Grátt undir steini hevur 7 pør av beinum. Kroppurin er samansettur av 13 liðum. Tað er einasta djór á landi sum andar bæði við lungum og táknum, og tí kann grátt undir steini vera bæði uppi á landi og í vatni. Grátt undir steini trívist best har vátligt er, og tolir ikki ov nógv ljós ella terra. Tað livur serliga av plantuleivdum. Honin verpur egg niður í ein posa, sum hon hevur undir framkroppinum, og í posanum verða ungarnir klaktir.[3]

Keldur

  1. Lohmander, H. 1929. Isopoda terrestria. In: Jensen, Ad.S., Lundbeck, W., Mortensen, Th. og Spärck R. (eds). 1928-1937. The Zoology of the Faroes II(I) 25: 1-7
  2. Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen, Distribution of Woodlice (Isopoda: Oniscoidea) in the Faroe Islands, Fróðskaparrit nr. 54 2006
  3. Theodor Hansen, Náttúrusøga, 1981
許可
cc-by-sa-3.0
版權
Wikipedia authors and editors
原始內容
參訪來源
合作夥伴網站
wikipedia emerging languages

Grátt undir steini: Brief Summary ( 法羅語 )

由wikipedia emerging languages提供

Grátt undir steini ella grótlús, stundum rópt onnur nøvn, t.d. grádýr ella (í Skúvoy) veggjalús, eru fleiri sløg av smáum krabbadýrum sum liva á landi. Í útsjónd og livihátti kunnu tey minna um skordýr, men tey eru ikki skordýr. Grátt undir steini eru ein undirbólkur Oniscidea av bólkinum Isopoda.

Í Føroyum eru skrásett fýra sløg:

Porcellio scaber (Latreille, 1804) Oniscus asellus (Linnaeus, 1758) Trichoniscus pusillus (Brandt, 1833) Ligia oceanica (Linnaeus, 1767)

Nakrar fráboðanir eru komnar um at eitt fimta slag, Armadillidium vulgare, skal vera komið til Føroyar, men hetta er ikki staðfest.

Alment

Grátt undir steini hevur 7 pør av beinum. Kroppurin er samansettur av 13 liðum. Tað er einasta djór á landi sum andar bæði við lungum og táknum, og tí kann grátt undir steini vera bæði uppi á landi og í vatni. Grátt undir steini trívist best har vátligt er, og tolir ikki ov nógv ljós ella terra. Tað livur serliga av plantuleivdum. Honin verpur egg niður í ein posa, sum hon hevur undir framkroppinum, og í posanum verða ungarnir klaktir.

許可
cc-by-sa-3.0
版權
Wikipedia authors and editors
原始內容
參訪來源
合作夥伴網站
wikipedia emerging languages