dcsimg

Súlukongur ( الفاروية )

المقدمة من wikipedia emerging languages
 src=
Thalassarche melanophris

Súlukongur (frøðiheiti - Thalassarche melanophris) eru fuglar, sum liva í sunnara helmingi av verðini. Tað eru fleiri sløg, og øll eru tey avbara stór. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, flogið kann vera meir enn 4 metrar. Teir eru hvítir við svørtum veingjum. Í 1860 var ein vilstur til Føroyar og tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið súlukongur. Hann fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár. Tá ein dagin, sum hann sat í berginum, kom ein utróðrarbátur framvið og skeyt hann á setri sínum. Nøkur ár seinni varð ein annar skotin á Føroyabanka.[1]

Kelda

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

ترخيص
cc-by-sa-3.0
حقوق النشر
Wikipedia authors and editors
النص الأصلي
زيارة المصدر
موقع الشريك
wikipedia emerging languages

Súlukongur: Brief Summary ( الفاروية )

المقدمة من wikipedia emerging languages
 src= Thalassarche melanophris

Súlukongur (frøðiheiti - Thalassarche melanophris) eru fuglar, sum liva í sunnara helmingi av verðini. Tað eru fleiri sløg, og øll eru tey avbara stór. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, flogið kann vera meir enn 4 metrar. Teir eru hvítir við svørtum veingjum. Í 1860 var ein vilstur til Føroyar og tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið súlukongur. Hann fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár. Tá ein dagin, sum hann sat í berginum, kom ein utróðrarbátur framvið og skeyt hann á setri sínum. Nøkur ár seinni varð ein annar skotin á Føroyabanka.

ترخيص
cc-by-sa-3.0
حقوق النشر
Wikipedia authors and editors
النص الأصلي
زيارة المصدر
موقع الشريك
wikipedia emerging languages