Afrikanskur runnafílur (latín: Loxodonta africana) er tann størri av tveimum sløgum av Afrikanskum fíli. Bæði hesin og hin Afrikanski skógarfílurin hava vanliga verið bólkaðir sum eitt slag, undir samheitinum "Afrikanskur fílur". Summir frøðingar halda framvegis at ov lítil prógv eru fyri at bólka Afrikanska fílin sum tvey ymisk sløg.