Barduhvalur (Mysticeti ) er ein hvalur, sum ikki hevur tenn, men bardur. Hetta eru trevsutar hornplátur, sum standa í røðum í kjaftinum. Tá ið so hvalurin svimur við opnum kjafti, kemur æti inn í kjaftin og verður hangandi í trevsunum, tá ið hann sílar sjógvin út aftur. Dømi um barduhval er heimsins størsta djór, royður (bláhvalur).