dcsimg

Fiskiørn ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src=
Pandion haliaetus

Fiskiørn ella gjóður (frøðiheiti - Pandion haliaetus) hevur ikki vanligt tilhaldsstað í Føroyum, men er stundum sædd her á landi. Millum annað í apríl mánaði 2008 helt ein fiskiørn til á Hálsvøtnum á Sandoynni.[1] Fiskiørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Fiskiørnin er nógv minni enn havørn og landørn. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir. Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við sjógv. Hon livir av fiski. Seigliga flýgur hon, einar 10 favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, af fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum. — Í Føroyum sæst hon sjáldan; minst tvær ferðir er hon tó skotin.[2]

Keldur

  1. Grein um fiskiørn sædd á Hálsvøtnum á Sandoynni; www.Portal.fo
  2. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors

Fiskiørn: Brief Summary ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src= Pandion haliaetus

Fiskiørn ella gjóður (frøðiheiti - Pandion haliaetus) hevur ikki vanligt tilhaldsstað í Føroyum, men er stundum sædd her á landi. Millum annað í apríl mánaði 2008 helt ein fiskiørn til á Hálsvøtnum á Sandoynni. Fiskiørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Fiskiørnin er nógv minni enn havørn og landørn. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir. Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við sjógv. Hon livir av fiski. Seigliga flýgur hon, einar 10 favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, af fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum. — Í Føroyum sæst hon sjáldan; minst tvær ferðir er hon tó skotin.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors