dcsimg

Moskusneyt ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src=
Núverandi útbreiðslan av moskusneytum, tann reyði liturin vísir upprunaliga útbreiðsluøkið, og blái liturin vísir hvar moskuneyt eru slept uppaftur í 20'du øld

Moskusneyt ella moskusoksar, eru arktisk jóturdýr ið hvørki eru neyt ella seyðir. Núverandi náttúrliga útbreiðslan er Grønland og Norður Amerika. Fram til síðstu ístíð, livdu moskusneyt eisini í Europa og Asia, og eru moskusneyt slept uppaftur í Siberia og Noregi (haðani tey hava spjatt seg til Svøríkis. Moskuneyt vórðu eisini slept uppaftur á Svalbarði men doyðu útaftur har.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors