dcsimg

Úlvur ( Fääri )

tarjonnut wikipedia emerging languages

Úlvur (frøðiheiti - Canis lupus) er eitt ránsdjór av hundaætt. Sum ein av best kendu kjøtátarum er hann skjótur og væl bygdur at veiða onnur dýr. Úlvur hevur sterkan kjaft og hvassar tenn. Úlvar kunnu eta upp í 9 kg av kjøti hvørja ferð. Hildið verður, at úlvur er ættfaðir at nútíðar tomu hundunum. Hann er størsta hundaslag og verður minst 2 m úr halasnippi í trýni. Er nóg mikið at eta, kunnu einir 20 úlvar halda saman í flokki, men er matneyð, býta teir seg sundur í smáar flokkar, einir 7 í hvørjum. Hvør flokkur hevur sín oddahund, sum allir hinir í flokkinum akta.

lisenssi
cc-by-sa-3.0
tekijänoikeus
Wikipedia authors and editors
alkuperäinen
käy lähteessä
kumppanisivusto
wikipedia emerging languages