dcsimg

Preriuúlvur ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Preriuúlvur (frøðiheiti - Canis latrans) er rándýr av hundaætt. Norðuramerikanska preriuúlvurin er í ætt við úlv, sjakal og taman hund. Sum flestu hundar gongur úlvatíkin í 9 vikur og leggur einar fimm hvølpar. Teir súgva tíkina fyrstu sjey vikurnar, men bara fýra vikur gamlir eta teir eisini hálvsodnaða føði, sum foreldrini klíggja upp aftur til teirra. Úlvurin og tíkin halda saman alt lívið og liva saman við hvølpunum í ættflokkum.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors